Ongi úrslit

Greiður boðskapur frá Sambandsflokkinum: ES limaskapur hevur fleiri fyrimunir enn vansar

Tað eru fleiri fyrimunir enn vansar við ES limaskapi, sigur floksformaðurin, Bárður á Steig Nielsen

Áki Bertholdsen
15. mars kl. 11:30

Tað hevur fleiri fyrimunir við einum føroyskum ES-limaskapi, enn tað eru vansar.

Tað er greiði boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, formanni Sambandsfloksins, á landsfundinum í Salt á Drelnesi, í dag.

Hann ásannar, at  hesum døgum gongur tað strilti við bæði altjóðagerðini, altjóða samstarvinum og altjóða handlinum.

– Heldur enn at bróta tollmúrar niður, verða tollmúrar bygdir upp, sigur hann.

Hann sigur, at fyri fyri Føroyar, ið er ein lítil og opin búskapur, er hetta ófrættakent, tí vit hava stóran tørv at beina allan toll av vegnum.

– Hjá okkum í Føroyum er tað avgerandi neyðugt, at føroyskar fyritøkur fáa betri marknaðaratgongd. Og tí skulu vit áhaldandi trýsta á við at fáa betri handils- og tvískattaavtalur, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hetta er eisini nakað, føroyskar fyritøkur hava gjørt vart við. Serliga halda tær at dentur eigur at lagdur á at útvega okkum betri marnakaðaratgongd í londunum í Asia.

Fyritøkurnar vilja eisini, at heilsufrøðiligu forðingarnar verða beindar av vegnum og tað skjótt fer at bera til at útflyta fisk til Brasil.

Men formaðurin í Sambandsflokkinum ásannar, at tað hevur gingið striltið at vinna okkum betri marknaðaratgongd seinastu árini.

– Ein høvuðsorsøk er, at vit standa uttan fyri felagsskapir, sigur hann. Føroyar eru eitt av teimum fáu londunum, sum standa uttan fyri allar teir handilsfelagsskapir, sum flest onnur lond eru partur av, sigur Bárður á Steit Nielsen.

Hann sigur, at Sambandsflokkurin hevur leingi víst á týdningin at fáa betri viðurskifti við ES.

– Vit mugu fáa eitt sterkari samstarv við ES, ið bæði bøtir um okkara handilsviðurskifti og samstundis letur okkum at víðka samstarvið til onnur øki, sigur hann.

Spurningurin um føroyskan ES-limaskap hevur leingi verið eitt evni, ið hevur elvt til nógv politiskt kjak.

– Vit í Sambandsflokkinum halda, at tíðin er nú komin at taka eitt nýtt og veruleikakent kjak um føroyskan ES-limaskap, sigur Bárður á Steig Nielsen.

– Nógv hava ført fram, at Føroyar skulu ikki gerast limur í ES, tí hetta hevði verið ein vandi fyri fiskivinnuna, sigur hann.

Men hann sigurr, at í roynd og veru er ikki rættiligt hald í hesi grundgevingini.

– Hetta sæst við Íslandi, sum fekk serliga góðar treytir, tá ið landið fór undir samráðingar um ES-limaskap eftir fíggjarkreppuna, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

– Føroyar kundu, sum onnur smálond við tilknýti til ES-limalond, kravt eina seravtalu, ið tryggjaði føroyska fiskivinnu, sum tað besta og mest burðardyggu loysnina.

– Føroyar hava við hesum eina sera sterka samráðingarstøðu, eisini tí føroyskur fiskur er av stórum týdningi fyri ES-marknaðin.

– Sambandsflokkurin heldur grundleggjandi, at tað eru fleiri fyrimunir enn vansar við ES-limaskapi, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05