Ongi úrslit

Fyrsti kúlulaksurin longu fingin

Firum
5. juli kl. 11:00

Tá ið Beinir Kristiansen fyrrakvøldið stóð við tráðu í Kaldbaksbotni fekk hann ársins fyrsta fráboðaða kúlulaks. Hetta var ein 45 cm langur kallfiskur.

Kúlulaksur (Oncorhynchus gorbuscha) er minsti men talríkasti kyrrahavslaksurin í ættini Oncorhynchus.

Nattúrliga útbreiðsluøkið hjá kúlulaksi er norðari partur av Kyrrahavinum, har hann gýtir á bæði eystur- og vestursíðuni.

Men fyri at fáa eina vinnu burtur úr kúlulaksinum, settu russar í fleiri umførum kúlulaks frá Kyrrahavinum út í russiskar áir við Barentshavið og Hvítahavið, og hagani hevur kúlulaksurin síðani spjatt seg vestureftir.

Kúlulaksurin verður kynsbúgvin sum tvey ára gamal. Ein kynsbúgvin kúlulaksur er áleið 40-55 cm til longdar og vigar í miðal 1,0-2,5 kg.

Stutta tvey ára lívsringrásin hjá kúlulaksinum hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar. Annar gýtir líka ár, og hin gýtir ólíka ár.

Tað er gýtingarstovnurin, ið gýtir ólíka ár, sum hevur verið støðugt at sæð um okkara leiðir síðani 2017, og tískil var væntað at kúlulaksur aftur fór at verða fingin í ár, tó kom hann nakað fyrr enn væntað.

Undanfarin ár er hann ikki fingin fyrr enn seint í juli ella tíðliga í august.

Í Firum heita vit á øll, ið fáa kúlulaks, um at venda sær til Kirstina Eliasen, granskara, á [email protected] ella á tlf. 774703.

Ivast tú í hvørt tað er ein kúlulaksur tú hevur fingið, ber til at síggja mun á honum og til dømis síl og laks við tað at kúlulaksur hevur blettir á stertinum og svarta tungu, umframt at kallfiskurin fær eyðkendu kúluna á rygginum tá ið hann er kynsbúgvin.

Firum P/F · Við Áir 11, FO-430 Hvalvík · Tel. (+298) 474747 · [email protected]

V-tal: 328863 · [email protected]

Avgreiðslutíð: mánadag-fríggjadag

Office hours: Monday-Friday

09:00-14:00

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26