Ongi úrslit

Fundurin í Washington er liðugur

Fundurin vardi umleið ein tíma

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Lars Løkke og Vivian Motzfeldt eru nú komin út úr fundinum við J.D. Vance í Washington D.C. og bíðað verður nú eftir at tey koma út úr donsku ambassaduni til tey mongu tíðindafólkini, sum hava bíðað allan dagin í spenningi.

Lars Løkke og Vivian Motzfeldt sóðu út til at vera í góðum lag, og Løkke kom rennandi út í bilin at lata seg í ein frakka.

Hann og danski sendiharrin í Washington góðu hvørjum øðrum herðaklapp og eitt sokallað fist bump. So vónandi hevur fundurin spælt væl av. Lotte Mejlhede frá Tv2 er á staðnum og hon veit ikki meira enn onnur tíðindafólk, men hennara fatan av hvussu fundurin gekk, er:

-At hann hevur gingið so gott sum hann kann, sigur hon.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

Í gjár kl. 12:25

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08