Ongi úrslit

Føroysku U18 genturnar gjørdust nr. 2

Flogbóltsamband Føroya
Í gjár kl. 21:55

Hetta gjørdist greitt eftir at Føroyar tapti finaluna 3-1 ímóti einum sera sterkum íslenskum liðið.

Føroysku U18 genturnar løgdu fyri sum eitt óløgið í fyrsta settinum og hildu seg frammanfyri millum 5 og 8 stig alt settið. Settið endaði við 25-17.

Í øðrum settið var heilt vent í holuni. Spælið hjá føroyska liðnum fekk ikki heilt eftir ætlan og Ísland gjørdi færri feilir enn í fyrsta settinum. Ísland vann settið greitt við 12-25.

Triðja settið byrjaði við, at Ísland legði seg væl á odda. Føroyar kom á javnt aftur við støðuna 10-10 og so fylgdust liðini upp til 20-20. Tá Ísland avstað aftur og vann settið 25-21.

Í fjórða settinum legði Ísland seg skjót á odda 6-0 og Føroyar kom ongantíð veruliga uppaftur á javnt. Settið endaði 17-25

Harvið vann Ísland EM undankappingina og Føroyar gjørdist nr. 2.

Við hesum vann føroyska liðið seg í 2. undankapping sum verður í mars mánaða. Staðsetingin er enn ikki avgjørd.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Í besta lagi verður Elias jokari

9. januar kl. 18:34

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50