Seinnu árini eru nógvar kvinnur úr fjareystri og eysturevropa komnar til Føroya og eru giftar føroyskum monnum. Tað er eingin loyna, at fleiri av hesum monnum ikki hava havt so drúgvar royndir í parlagi, áðrenn útlendsku kvinnurnar koma inn í teirra lív, og tí eru teir í summum førum løtt offur fyri eydnujagstran. Vit hava tosað við ein, sum kennir seg bæði sviknan og snýttan, og við sakførara, sum heldur, at føroysku reglurnar fyri familjusamanføring eru ov linar
Tann 26. januar í ár varð Hans Jacob Garðalíð frídømdur í einum máli um harðskap móti konu síni. Harðskapur í hjúnalagi er tíverri ikki eitt ókent fyribrigdi, men júst hetta málið var av serligum slagi. Tað snúði seg nevniliga um eitt hjúnalag millum føroyskan mann og kvinnu úr fjareystri – eitt av hesum hjúnaløgum, sum vit hava sæð nokk so fitt av seinnu árini.
– Eg helt, at talan var um veruligan kærleika, men í dag dugi eg at síggja, hvussu naivur eg havi verið, sigur Hans Jacob Garðalíð, tá vit hitta hann í tómu matstovu síni Hereford í Klubbanum í Havn.
So hvørt sum slaturin um, at Hans Jacob skuldi vera harðligur móti konu síni fór at ganga, tømdist matstovan fyri viðskiftafólk, og endin varð eisini, at hann bleiv noyddur at snara lyklinum. Í løtuni veit hann ikki, hvat fer at henda við matstovuni, men hann hevur so nú eina avgerð frá rættinum, sum sigur, at hann ikki hevur verið harðligur, og tað er ein ómetaligur lætti.
– Eg havi arbeitt sum kokkur í nógv, nógv Harrans ár, og tað er tað, sum eg dugi best, so vónandi kann eg fóta mær aftan á hendan harða umgang, sigur Hans Jacob Garðalíð.
Flyta pengar
– Lat tað vera sagt beinanvegin, at tað eru ikki allir føroyskir menn, sum fáa sær konu úr fjareystri, ið koma so illa fyri, sum eg kom. Men eg veit altso eisini um fleiri aðrar enn meg sjálvan, sigur Hans Jacob Garðalíð.
Orsøkin til, at Hans Jacob vil stíga fram, er fyri at ávara aðrar. Og tá hann sigur ávara, so meinar hann ávara, og ikki ræða.
– Eg vil als ikki forskrekkja nakran, og tað eru eisini nógv hjúnabond millum føroyskar menn og útlendskar kvinnur úr til dømis Asia ella Eysturevropa, sum hava eydnast væl. Men tað eru eisini nógv, sum ikki eru gingin so væl, og sum eg dugi at síggja tað, so er eitt mynstur, sigur Hans Jacob.
Mynstrið, sum Hans Jacob tosar um, snýr seg um mátar at fáa fíggja familjulimir í heimlandinum.
– Í nógvum førum eiga tey ein brotpart av tí, sum vit eiga her í vesturheiminum, og tað er eisini í lagi at hjálpa, men máti skal vera við, sigur Hans Jacob, og fortelur so um appina World Remit.
Hetta er ein app til snildfonina, har upplýsingar um kontonummar hjá eigaranum eru lagdar inn, og so kunnu móttakarar av pengum skrásetast. Við at logga á og trýsta á upphædd og móttakara, kann viðkomandi hava pengarnar í hondini tveir tímar seinni – líkamikið hvar í heiminum, tey eru stødd.
– Tað var beinanvegin, at eg varð biðin um at fáa mær hesa skipan, og fyrst í hvørjum mánað varð eg ámintur um at senda pengar, greiðir Hans Jacob frá.
Klandrið byrjaði beinanvegin
Hans Jacob hitti konu sína á netinum. Tey høvdu eitt felags vinfólk úr Suðuroy, og tann vegin kom samband í lag. Tað stutta av tí langa er, at eftir at hava samskift í meira enn eitt ár – kanska nærri tvey – fór Hans Jacob til Manila og gifti seg við tá 45 ára gomlu kvinnuni. Sjálvur var hann tá 56 ár.
Við hjúnapappírinum í hondini fóru tey síðani til Føroya. Hetta var fyri hálvum øðrum ári síðani.
– Men klandrið byrjaði tíverri beinanvegin, greiðir Hans Jacob frá.
Tey bæði arbeiddu saman við at gera mat, men ofta var tónin harður. Róp og skrál, sum hevði við sær, at viðskiftafólkini í matstovuni aftraðu seg við at koma aftur.
– Eg eri kanska ikki av friðaligastu monnum. Eg havi eina harða rødd, og eg taki eisini mín part av skyldini, men tað virkaði fyri mær, sum at hon var í holt við at skapa so nógv klandur, at eg antin bara skuldi vera hennara trygd fyri at vera í Føroyum, ella at hon kundi fara víðari her, aftan á at hava fingið eina fasta legu, fortelur Hans Jacob.
Endin varð eisini, at Hans Jacob segði við konuna, at tað gekk ikki longur. Hann segði við hana, at hon mátti flyta, og at hann vildi skiljast. Men tað vildi hon ikki. Hon segði harafturímóti, at hann kundi flyta úr húsunum, sum hann sjálvur átti.
Harðskapsmálið
Eitt kvøldi í heiminum á Kambsdali kom tað til skarpskeringar. Hans Jacob vildi hava, at konan nú flutti, men hon noktaði.
– Eg royndi at trýsta hana út gjøgnum hurðina, men hon vildi ikki fara. Og ja, sum tað eisini kom fram í rættinum, so fullu nøkur ókvæmisorð, men tað, sum eg seinni varð ákærdur fyri at hava gjørt, hevði ikki nakað hald í veruleikanum. Tað segði rætturin eisini, greiðir Hans Jacob frá.
Hans Jacob varð millum annað ákærdur fyri at hava hildið um hálsin á konuni í 20 minuttir.
Áðrenn hendingina á Kambsdali leygarkvøldið 8. juli í fjør, sum endaði við at politiið fór avstað við konuni, hevði Hans Jacob varnast, at okkurt var galið – eisini úti millum fólk.
– Eg skilji nú, at hon hevði fortalt fyri fólki, at eg var harðligur. Hetta ryktaðist skjótt, og tí hvurvu kundarnir í matstovuni, fortelur Hans Jacob.
– Eg eri sjálvandi harmur um, at tað endaði, sum tað endaði, og tað er í ein ávísan mun mín egna skyld, tí eg havi verið alt for naivur, men tá man er forelskaður – og tað var eg – so letur man alt ganga, leggur Hans Jacob afturat.
Teknini vóru fleiri, men Hans Jacob sá tey ikki.
– Eg minnist, at tá vit spaseraðu, so gekk hon antin fimm metrar framman fyri meg ella 10 metrar aftanfyri. Sjáldan undir liðini á mær, fortelur Hans Jacob.
Gomul lóg
Bjørn á Heygum, advokatur, hevur umboðað fleiri føroyskar menn, sum antin søkja sær hjálp, tí teir eru bangnir fyri at verða útnyttaðir, ella tí teir eru komnir illa fyri. Hann heldur, at føroyska lóggávan er afturúrsigld, tá tað snýr seg um útlendingapolitikk.
– Okkara útgáva av útlendingalógini er frá 2002, meðan tann danska er herd einar 80 ferðir síðani. Tí hava vit eina støðu í Føroyum í dag, har okkara land verður eitt slag av portri hjá ávísum fólkum, um tey vilja sleppa til Norðurlond at búgva, og við hesum kann tað so gerast talan um misbrúk, sigur Bjørn á Heygum.
Hann nevnir millum annað, at eingi krøv verða sett til málsligar førleikar, sjálvforsyrging ella útbúgving.
– Tað tykist sum, at fólk úr ávísum pørtum av heiminum hava funnið útav, at reglurnar í Føroyum eru linari enn aðrastaðni, og tí uppliva vit fólk, sum tilvitað koma hendan vegin fyri at fáa sum mest burturúr, sigur Bjørn á Heygum.
G.G.
Dimmalætting er fullgreið yvir, at flestu hjúnabond av tí slagi, sum eru umrødd her, ikki enda so ólukkuliga, sum hetta. Vit hava tó valt at skriva søguna um Hans Jacob Garðalíð, tí, sum hann sigur, so vónar hann, at tað kann vera við til, at onnur ikki enda í somu støðu, sum hann.