Ongi úrslit

Føroyar vunnu ímóti Fraklandi

U-21 menninir í hondbólti hava í kvøld vunnið ímóti Fraklandi og harvið tryggjað sær pláss í HM fjórðingsfinaluni

Jonhard Hammer
4 tímar síðan

Tað er sensatión yvir sensatiónir. Í kvøld hevur føroyska U-21 landsliðið í hondbólti vunnið ímóti Fraklandi í miðumfarinum í HM kappingini, sum er í Póllandi.

Úrslitið var 28-27 til Føroyar, eftir at Frakland í steðginum var frammanfyri 17-16.

Sigurin ber við sær, at Føroyar hava tryggjað sær pláss í HM fjórðingsfinaluni, og at Føroyar og Danmark, sum fyrr í dag vann ímóti Rumenia, í morgin fara at spæla um fyrsta plássið í bólkinum. Tann dysturin verður klokkan 15.15. Uttan mun til hvussu úrslitið verður í morgin, so er tað ein veruleiki, at Føroyar í U-21 hondbólti fyri menn eru millum átta tey bestu í heiminum.

At Føroyar vinna ímóti Fraklandi eigur so at siga ikki at koma fyri. Men í kvøld vístu U-21 menninir, at fyri teir er einki óført, og síðstu løtuna stongdi málverjin málið aftanfyri verjuna, sum av álvara var sum bergið.

Frakland var frammanfyri trimum málum, tá ellivu minuttir vóru eftir.

Sìðani skoraðu fraklendingar bara tvey mál.

Føroyskur toppskjútti var Óli Mittún, sum skoraði níggju mál. Fýra av teimum vóru við brotskøstum, sum Óli var ósvikaliga tryggur í, tá ið hann avgreiddi tey.

Eftir dystin var Óli Mittún kosin at vera besti spælari í kvøld.

Hinir málskjúttarnir vóru Ísak Vedelsbøl 4, Niklas Gaard 4, Rókur Ziskason 3, Høgni Heinason 3,
Trúgvi Hávardsson 1, Høgni Højsted 1, Tóki Friðriksson 1, Búi Poulsen 1 og Sofus í Selvindi Nattestad 1 mál.

5 min: 4-2
10 min: 5-7
15 min: 8-11
20 min: 11-12
25 min: 14-13
30 min: 16-17
35 min: 16-20
40 min: 19-21
45 min: 21-24
50 min: 24-26
55 min: 26-26
60 min: 28-27

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

19. juni kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

20. juni kl. 10:06

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

19. juni kl. 13:25

Faer Isles Distillery fekk avtalu við amerikanskan importør

18. juni kl. 19:21

Fara nú at byggja eitt nýtt herberg í Havn - til djór

19. juni kl. 10:55

Tríggir mans fingu bót - fyri sama slag lógarbrot

Í gjár kl. 09:28