Ongi úrslit

Føroyar vunnu á Íslandi í fimmsettara

Silver Leagur, menn: Føroyar – Ísland 3-2 (25-21, 25-18, 23-25, 20-25, 15-13)

Flogbóltssamband Føroya
17 tímar síðan

Føroyska manslandsliðið í flogbólti vann 3-2 á Íslandi í sínum fyrsta dysti í Silvurliguni, sum varð spældur í Íslandi í kvøld.

 

Eftir at Føroyar høvdu vunnið fyrstu tvey settini og lógu á odda 8-5 í triðja setti, vóru útlitini fyri sigri avbera góð, men kinkur kom á, og Ísland javnaði til 2-2 í settum og var á odda 12-11 í fimta setti. Føroyar svaraðu tó aftur og vunnu settið 15-13 – og harvið dystin 3-2.

 

Í fyrsta setti var leingi púra javnt, og fyrstu ferð tvey stig vóru á muni var tá Føroyar løgdu seg á odda 10-8. Føroyar megnaðu at økja til 19-14, men Ísland svaraði aftur og minkaði um munin til 17-19. Settið kom tó ikki í vanda, tí Føroyar vunnu fýra stig á rað og løgdu seg á odda 24-18, áðrenn settið varð vunnið 25-21.

 

Annað sett minti um tað fyrsta, og eftir 9-9 fóru Føroyar framum 12-9. Ísland svaraði tó aftur og javnaði til 13-13, men gleðin hjá teimum var stokkut, tí Føroyar vunnu fýra á rað og løgdu seg á odda 17-13 og síðani 20-15, áðrenn settið varð vunnið 25-18.

 

Mynstrið endurtók seg í triðja setti, men endin var ein annar, tí eftir at Føroyar høvdu verið á odda 8-5, javnaði Ísland til 11-11, og hareftir skiftust liðini um at vera á odda, til Ísland hevði vunnið 25-23.

 

Eftir javnleik 5-5 í fjórða setti, hevði Ísland hug at draga frá, og endin varð at Ísland vann 25-20, og so skuldi dysturin avgerast við javnbrótara.

 

Føroyar fingu flúgvandi byrjan og løgdu seg á odda 3-0, men Ísland javnaði til 6-6 og fór síðan framum 10-9, 11-10 og 12-11. Føroyar vunnu síðani tríggjar bóltar á rað, og fóru framum 14-12, og eftir at Ísland hevði yvirlivað fyrra dystarbóltin, smassjaði Bjarni Joensen Føroyar til 15-13 sigur.

 

Bjarni var eisini toppskorari hjá Føroyum við 27 stigum; 24 av teimum við smassjum. Bróðurin Hjørtur fekk 21 stig; 18 upp á smassj. Wang brøðurnir,  Jóhan Arni og Jákup Árni, fingu tilsamans 19 stig; sjey við vinnarablokki.

 

Leygardagin kl. 16 spæla menninir hjá Føroyum ímóti sterka svenska liðnum.

 

Kvinnurnar spæla leygardagin kl. 19 í Luksemborg ímóti Íslandi.

 

------

 

Føroyska manslandsliðið:

 

Landsliðsmanningin hjá Føroyum:

Bjarni Joensen, kantur

Filip Ilic, Kantur

Hákun  Nón, Kantur

Mattias Nolsøe Isaksen, kantur

Hjørtur Joensen, diagonalur

Hjørtur Sólstein, diagonalur

Niels Niclasen, hevari

Thorvald Danielsen, hevari

Silas Poulsen, libero

Tórður Gunnarsson Højsted, libero

Vuk Ilic, miðblokkur

Jákup Árni Elisson Wang , miðblokkur

Rani Ákason, miðblokkur

Jóhan Arni Elisson Wang, miðblokkur

 

Venjari: Boban Ilic

Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev

Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo

Fysioterapeutur: Niklas Reginsson, NB Fysioterapi

 

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00