Tað letur til, at føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fer at spæla týdningarmikla dystin ímóti Serbia mitt í arbeiðstíð hósdagin. Sambært heimasíðuni hjá altjóða hondbóltssambandinum verður dysturin hósdagin klokkan 14.30.
Í morgin fer føroyska hondbóltsferðalagið í Týsklandi úr Trier, sum er tætt við markið til Luksemborg og til Dortmund norðuri í Ruhrøkinum. Teinurin er 256 kilometrar, og tíðin í bussinum verður stívliga tríggjar tímar.
Fríggjakvøldið vunnu Føroyar 27-25 ímóti Spania. Í kvøld spældi Spania ímóti Montenegro, sum mikukvøldið vann 32-27 ímóti Føroyum.
Spania vann í kvøld 31-26 ímóti Montenegro. Tað ber við sær, at Paraguay tapti allar tríggjar dystirnar við samlaða málmuninum – 29.
Montenegro, Spania og Føroyar endaðu við fýra stigum.
Spania vann bólkin við málmuninum + 12, Montenegro var nummar tvey við málmuninum + 9, og Føroyar endaðu á triðja plássi við málmuninum + 8.
Innanhýsis úrslitini millum hesi trý flyta við í miðumfari, og tað vil siga, at øll liðini hava tvey stig við sær í miðumfarið.
Í miðumfarinum vera mótstøðuliðini tey trý ovastu í bólki C. Tey eru Týskland, Serbia og Ísland. Fjórða liðið í bólki C var Uruguay, sum endaði við ongum stigi og málmuninum – 52.
Týskland vann bólkin við fullum stigatali, sum er seks stig. Serbia fekk fýra stig, og Ísland gekk tvey stig. Við sær í miðumfarið hevur Týskland fýra stig, Serbia hevur tvey stig, og Ísland hevur einki stig.
Í jiðumfarinum er fýra bólkar við seks liðum, og tvey tey fremstu í hvørjum bólki vinna seg í fjórðingsfinalurnar.
Fyrsta mótstøðuliðið hjá Føroyum í miðumfarinum verður Týskland. Tað verður týskvøldið klokkan 19.30, og leygardagin verður dysturin ímóti Íslandi eisini klokkan 19.30. Men hósdagin verður dysturin ímóti Serbia longu klokkan 14.30.
Týsdagin 2. desember
Týskland – Føroyar kl. 19.30
Hósdagin 4. desember
Serbia – Føroyar kl. 14.030
Leygardagin 6. desember
Føroyar – Ísland kl. 19.30