– Vit skulu vænta at síggja nógv hernaðarskip í Grønlandi, eins og hernaðarvenjingar verða gjørdar. Vit vilja leggja dent á, at hesi einans hava við venjingar at gera og einki annað.
– Av tí at ósemja ikki er til gagns, eiga borgarar at vísa samleika. Eg vil eggja til, at okkara tjóðarflagg verður koyrt upp, segði Egede.
Hann legði eisini dent á týdningin av, at Grønlendska landsstýrið áhaldandi kunnar fólkið.
- vit eru fá í tali, og við trýstinum á okkum, er tað alneyðugt, at vit eru umsorganarfull mótvegis hvørjum øðrum. Vit skulu geva hvørjum øðrum styrki til at halda Grønlandi. sigur Múte B. Egede, næstformaður í grønlendsku stjórnini, á tíðindafundi.