Ongi úrslit

Fólk í túsundatali mótmæla móti politiskari høgrasnaring í Týsklandi

Nú fær týska stjórnin loyvi at avvísa ólóligar tilflytarar og fólkum, sum søkja um friðskjóil við markið

Ragnar Sjúrðarson
9. februar kl. 15:00

Hundratúsundavís av mótmælisfólki vóru á gøtuni í München í gjár fyri at mótmæla móti tí politisku høgrasnaringini í landinum.

Løgreglan metur, at 200.000 vóru til staðar, meðan fyriskipararnir sjálvir siga, at 320.000 fólk vóru til staðar, skrivar týska tíðindastovan dpa.

Mongu fólkini mótmæla, tí Samveldistingið fyri góðari viku síðani atkvøddi fyri einum upsskoti, ið snýr seg um, at stjórnin fær loyvi at avvísa ólóligar tilflytarar og fólkum, sum søkja um friðskjóil við markið.

Tað eydnaðist í stóran mun at atkvøða uppskotið í gjøgnum takkað verið atkvøðunum hjá høgraflokkinum Alternative Für Deutschlands (AfD).

Har hava eisini verið líknandi mótmæli í millum annað Frankfurt, Rostock, Boizenburg, Wizmar og Stuttgart í gjár.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05