Finnland er biðið um at senda hermenn til Grønlands. Tað segði finski uttanríkisráðharrin, Elina Valtonen, við finska almenna miðilin YLE mikukvøldið.
Valtonen viðgekk fyri fjølmiðlunum, at talan er um eina serliga støðu:
- Tað ljóðar ikki gott. Eg má siga beinanvegin, at tað er ikki ein løtt støða, segði hon.
Ógreitt er, um tað er Danmark ella møguliga NATO, sum hevur sett fram áheitanina. Svøríki, Norra, Týskland og Frakland hava longu sagt, at tey senda hermenn til Grønlands, fyri at stuðla Ríkisfelagsskapinum móti hóttanum frá Trump-stjórnini.