Ongi úrslit

Fíggjarmálaráðið kærir dómin um umval

Nú verður tað upp til Eystara landsrætt at gera av, um tað skal vera umval í Runavík nú, ella um spurningurin skal takast til nýggja viðgerð, eftir at dómur er fallin í ákæruni um valsvik

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 20:25

Fíggjarmálaráðið góðtekur ikki dómin, sum Føroya rættur fríggjadagin segði í sambandi við kommunuvalið í Runavíkar kommunu. Føroya rættur avgjørdi fríggjadagin, at tað ikki verður umval í Runavíkar kommunu í morgin soleiðis, sum løgmálaráðið segði, at tað skuldi vera.

Føroya rættur avgjørdi fríggjadagin, at spurningurin um umval verður útsettur, inntil málið um valsvik er avgjørt í rættinum. Tað málið verður viðgjørt í rættinum síðst í februar.

Dagur og vika visti í kvøld at siga, at fíggjarmálaráðið hevur kært dómin, sum Føroya rættur segði fríggjadagin.

-Løgreglan, ákæruvaldið og Løgmálaráðið hava mett, at tað eru sannlíkindi valsviki í Oyndarfirði, og tað halda vit ikki, at vit kunnu síggja burtur frá. Tí halda vit, at tað er rætt, at landsrætturin tekur støðu til valið, segði Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum í Degi og viku í kvøld.

Eftir at landsstýrið var umskipað og løgmálaráðið avtikið, er tað fíggjarmálaráðið, sum hevur kommunumál og harvið kommunumál um hendi.

- At málið um valsvik hevur við sær steðgandi virknað, ber eftir øllum at døma við sær, at tað málið fer at koyra alt valskeiðið, og tað er burturvið í sambandi við møguliga umvalið, tá tað mesta av valskeiðinum verður av. Tí halda vit, at hetta málið kann ikki bíða, segði Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við Dag og viku í kvøld.

Enn er tað ikki greitt, nær Eystari landsrættur fer at viðgera kæruna.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

9 tímar síðan

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

Í gjár kl. 11:08