Ongi úrslit

Fíggjarmálaráðið fyrireikar kæru

Í næstum fer Fíggjarmálaráðið at søkja Procesbevillingsnævnet um loyvi til at skjóta avgerðina frá Føroya Rætti um at geva stevningini steðgandi virknað til Eystara Landsrætt

fmr.fo
2 tímar síðan

Fíggjarmálaráðið fyrireikar kæru av úrskurðinum hjá Føroya Rætti tann 9. januar 2026 um steðgandi virknað til Eystara Landsrætt. Fyri at kæra slíka avgerð krevst loyvi frá Procesbevillingsnævnet.

Orsøkirnar til, at Fíggjarmálaráðið ætlar sær at kæra avgerðina um steðgandi virknað eru:

- at avgerðin um, at stevningin hjá fimm býráðslimum skal hava steðgandi virknað kann fáa ta avleiðing, at meginparturin av valskeiðnum er farið, áðrenn umval kann fara fram. Um bíðast skal eftir, at Føroya Rættur fellur dóm í sivila rættarmálinum, og við møguleikanum hjá pørtunum at kæra til Landsrætt og Hægsta Rætt, so er vandi fyri at valskeiðið er runnið áðrenn umval verður.

- at talan er um eitt mál um brot á okkara valskipan. Brotið hevur ávirkan á samansetingina í einum fólkavaldum býráði, sum hevur skipað seg eftir skeivum fortreytum. 

- at atlitið til eina trygga og vælvirkandi valskipan, sum borgarar hava álit á, eigur at verða tikið framum møgulig atlit til kommununa og tey, sum í dag eru vald í kommunustýrið.

Í næstum fer Fíggjarmálaráðið at søkja Procesbevillingsnævnet um loyvi til at skjóta avgerðina frá Føroya Rætti um at geva stevningini steðgandi virknað til Eystara Landsrætt. Freistin at søkja um loyvi frá Procesbevillingsnævnet er 14 dagar frá dagfestingini av úrskurðinum hjá Føroya Rætti. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13 tímar síðan

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

Í gjár kl. 11:08