Ongi úrslit

Fer Amerika at gerast eitt politiskt svarthol...?...

…og hvørjar avleiðingar kann hon fáa fyri Evropa…og ikki síðst okkum føroyingar…

Carl Johan Jensen
9. mars kl. 10:01

…hmm…hesin friðurin trumpurin breggjaði sær av at kunna fáa í lag skjótari enn at venda hondini…hvussu er nú við honum…?...

…er sjeynda innsiglið latið upp… og tann vón nakar hevur um frið í Ukraina bert tann hálvi tímin av tøgn á himli, áðrenn blást verður í tær sjey endaligu basúnirnar…?...

…er framtíðarveruleikin, at við politikkinum…ella rættari sagt mispolitikkinum…hjá trump og hansara stjórn spreingist amerikanskt fólkaræði inneftir og við tí øll tann virðisskipan tað hevur…ella var hildið at umboða…hesi fýrs árini síðan seinna heimskríggj…?...

…og hvørjar avleiðingar kann hon fáa fyri Evropa…og ikki síðst okkum føroyingar… ein sovorðin inneftirspreinging vestanhavs…?...kann hon ikki so snögt enda við, at amerikanskt fólkaræðið fellur saman í eitt svarthol av einaræði og nítjandualdar hjálandahugmóð… útgjørdari við ein og tjúgundu aldar oyðingartøkni…?...

…samanber í hesum viðfangi útsøgnirnar, trumpurin kom við í røðu fyri kongressini farna týsdag…eitt nú um Grønland…“hatta landið skal verða okkara…so ella so“…so eg tali nú ikki um, hvussu trumpurin smikrar fyri og ger sær dælt við kremlingar og í somu øðini lítilsvirðir tey tungu tøk ukrainska fólkið hevur tikið fyri fólkaræði, frælsi og trygd í Evropa hesi trý árini, síðan kremlingar gjørdu sína tilevnisleysu innrás í land teirra…hvussu hann ikki bert eyðmýkir forseta teirra fyri opnum skíggja…men sum eitt narr í Bismarcs-líki enntá vil kúga ukrainsku tjóðina til at lata sær óskerda atgongd til jarðfeingi teirra í býti fyri ein frið upp á kremlinga-kor…

…nei, tað er av sonnum ein undarlig tíð vit liva…hesin hálvtímin, meðan tøgn er á himli…

…ella líka veit eg, soleiðis limraði íspegilin í morgun…:…

Er trumpur tann trøllaði gestur,

Sum triðing av foldini brestur

Og fjøll fær við teldi

At falla sum í eldi

Og sólir at sortna í eystur?

 

Og um sólirnar sortna í eystur,

Signast tá hin kremlingski lestur,

Tann mánin av malurt,

ið manar hvat rætt burt,

tað vetið tað kvinkast í vestur?

Og vetið vit kvinkast í vestur,

Gerst verðin tá eldfikin hestur,

Sum í avgrundarop

Øsir hvørt hop,

Sum trumpur tann trøllaði gestur?

…narrast tann, sum narr velur…

Mest lisið hesa vikuna