Ongi úrslit

FBI lovar 100.000 dollarar fyri hjálp til at fanga møguligan drápsmann

Myndirnar eru tiknar úr trygdartólunum á skúlanum beint áðrenn skottilburðin

© Utah Department of Public Safety, Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
11. sepember kl. 23:25

FBI hevur almannakunngjørt myndir av einum áhugaverdum manni sum var leitaður eftir, í sambandi við deyðiliga skottilburðin hjá Charlie Kirk, stovnaranum av konservativa ungdómsaktivistafelagsskapinum 'Turning Point USA' í gjár, í Utah.

-Vit biðja almenningin um hjálp til at eyðmerkja henda áhugaverda persónin, í sambandi við deyðiligu skottilburðin av Charlie Kirk á Utah Valley University, segði skrivstovan hjá FBI í Salt Lake City á X hósdagin, meðan hon deildi tvær myndir av manninum.

Hann er í baseballhettu og sólbrillum, verður hildin at vera í "lestrar-aldri" og myndirnar vóru tiknar í einari trappiuppgongd.

Myndirnar vórðu tiknar úr trygdarmyndum á skúlanum beint áðrenn skottilburðin, upplýsir almenna trygdardeildin í Utah.

FBI sigur, at tey bjóða eina peningaupphædd upp til 100.000 dollarar fyri upplýsingar sum føra til, at tann sum hevur ábyrgdina av morðinum á Kirk, verður eyðmerktur og handtikin.

FBI siga seg eisini hava funnið tað, sum hildið verður at vera vápnið, sum var brúkt í deyðiliga skottilburðinum.

Ein eyka kraftig bolt action rifla, var funnin í einum skógarøki nærhendis har skottilburðin fór fram, upplýsir umboðsmaðurin hjá FBI í Salt Lake City, Robert Bohls.

Brúkta patrónin var enn í riflini og tríggjar óbrúktar patrónir høvdu orðingar skrivnar á teimum sum úttrykkja tað, sum løgreglufólk lýsa "anti-fasistisk og transgender".

Mynd: Cheney Orr/Reuters. Dronumyndin vísir væntaða staðsetingina av skjúttanum.

Klokkan 11:52 mikudagin kom ákærdi inn á Orem-skúlaøkið og fór síðani víðari gjøgnum trappurnar, upp á takið á einum bygningi nærhendis har uttandura tiltakið fór fram, áðrenn ákærdi skeyt niður á Kirk, sigur Kommisserur fyri almenna trygd í Utah, Beau Mason.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

21 tímar síðan

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

15 tímar síðan

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

Í gjár kl. 10:02