Ongi úrslit

Charlie Kirk er skotin

Tykist vera raktur í hálsin

© Chip Somodevilla/Getty Images
Jóhanna Højgaard
10. sepember kl. 21:00

Dagføring: Charlie Kirk er deyður av skotinum.

Ein kelda á sjúkrahúsinum sum hann bleiv sendur á, sigur at hann var raktur tvær ferðir i hálsin og fekk blóðflutning. Hettar fekk hann fyrst stabiliseraðan.

Mynd: Erika Frantzve/Instagram

Men hann kláraði tað ikki. Kirk bleiv bleiv 31 ár og eftir sita tvey børn og kona hansara Erika Frantzve.

Charlie Kirk, politiski aktivisturin, rithøvundin og Donald Trump-stuðulin var skotin i dag, undir einum tiltaki í Utah Valley University, í dag.

video her

Hann bleiv skotin undir einum sokallaðum "Q&A" (spurningar og svar) við næmingum.

Sekundir áðrenn hann varð skotin, hoyrist Kirk á video, svara einum spurningi um transkyndar hópskjúttar í Amerika.

Longu uml. tveir minuttir inni í samrøðuni ljóðaði so skotið, sum kom úr einum avstandi uppá 200 yards, uml. 182,88 metrar, og Kirk tyktist vera raktur í hálsin.

Tað nýggjasta sum er meldað út, er at hann er í lívsvanda.

Ein eldri maður er undir illgruna fyri hendingina, og er hann handtikin.

Mynd: Europa Press

Donald Trump hevur áður róst Kirk, og lýst hann sum avgerandi fyri hansara atkvøðir, millum ungar veljarar á forsetavalinum í fjør.

Hann skrivar á Truth Social

- Vit mugu øll biðja fyri Charlie Kirk, sum er skotin. Ein frálíkur maður frá topp til tá.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39