Vit skulu hava eina nýggja prísskipan fyri Bygdaleiðir. Tað staðfestir Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Tað er Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur reist spurningin um prísin fyri at ferðast við Bygdaleiðum.
Tað gjørdi hann, tí hann undrast á onkrar av prísunum. Eitt, hann undrast á, at tað kann vera rættiliga stórur munur á prísinum, hóast strekkið, sum fólk skulu ferðast, er at kalla tað sama.
Eitt dømi er, at tað eru 38,15 kilometrar, umframt undirsjóvartunnil, ímillum Sandavág og Havnina, og ferðaseðilin kostar 95 krónur.
Teinurin úr Vestmanna til Havnar er er umleið líka langur, ella 38,38 kilometrar, men tann ferðaseðilin kostar 55 krónur.
Tað vil siga, at ferðafólk rinda 40 krónur fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin - hóast tað annars bara kostar 25 krónur at fáa bussin ígjøgnum tunnilin.
Jóhan Christiansen sigur, at nú vit hava fingið undirsjóvartunlar, og tunnilsgjøldini eru alsamt lækkað, verður eisini arbeitt við at endurskoða prísskipanina á Bygdaleiðum.
Men fyrsta stigið er at dagføra sjálva tøknina í sambandi við ferðaseðlaskipanina.
Tað arbeiðið fóru tey undir at fyrireika fyri einum ári síðani, og farið verður undir sjálvt arbeiðið um ein mánað.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað fer at taka eitt ár.
Samstundis hevur verið arbeitt við at broyta prísbygnaðin á Bygdaleiðum, og ætlanin er at seta eina nýggja prísskipan í verk, tá ið busskoyringin verður boðin út aftur í 2027.
Annars sigur landsstýrismaðurin, at í apríl í ár vórðu allir prísir á Bygdaleiðum hækkaðir fimm krónum, og hetta var fyrsta prísbroytingin á Bygdaleiðum í næstan 20 ár.
Hjá teimum, sum ferðast dagliga ella javnan við Bygdaleiðum og kanska hava mánaðarkort, ber til at fáa stóran avsláttur av vanliga ferðaseðlaprísinum.
Eitt dømi er, at tey, sum ferðast 10-20 ferðir ímillum Vágar og Tórshavn við mánaðarkort, spara ímillum 50 - 75 prosent av ferðaseðlaprísinum.
Jóhan Christiansen sigur, at akkurat sum við Strandferðsluni, er ætlanin at tað skal verða dýrari hjá teimum, sum ikki búgva í Føroyum, tá ið nýggja prísskipanin verður sett í gildið um tvey ár.