Sum umstøðurnar eru nú, verður ringt at fáa bussin hjá Bygdaleiðum ímillum Klaksvík og Havnina, at koyra fleiri túrar.
Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu verður við rutukoyringini ímillum Klaksvík og Havnina.
Hon sigur, at tað er til stóran ampa fyri norðoyingar og eysturoyingar, ið vilja koyra við Bygdaleiðum til Havnar, at so fáir túrar eru ímillum Klaksvík og Havnina - gjøgnum Eysturoyartunnilin.
Gamla rutan eftir fjøllunum allan vegin, tekur alt ov langa tíð hjá fólki, sum skulu til arbeiðis ella í skúla.
Tí eru nógv rætt og slætt noydd at hava bil ístaðin fyri at tey kundu koyrt við bussi, og tað er ein stórur, fíggjarligur smeitur.
Landsstýrismaðurin sigur, at arbeitt verður við málinum og eftir ætlan verða nakrar broytingar gjørdar á rutuni ímillum Norðoyggjar og Suðurstreymoy, tá ið skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina.
– Sum Strandferðslan áður hevur upplýst, hava sáttmálabundnar útreiðslur, og hægri tunnilsgjøld í Eysturoyartunlinum, við sær, at skal túratalið økjast, fer tað at krevja eykajáttan tí annars mugu aðrar rutur skerjast.
Jóhan Christiansen sigur, at tað er ein trupulleiki fyri Strandferðsluna, at bussarnir hjá Bygdaleiðum, sum fara ígjøgnum gjaldstunlarnar, skulu gjalda fult gjald fyri hvønn buss. '
Tað ger tað óliðiligari at koyra ígjgøgnum Eysturoyartunnilin, men samskifti er við tunnilsfelagið um hendan trupulleikan.
Landsstýrismaðurin vónar, at úrslitið verður, at tað verður bíligari hjá bussum at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin - og tað fer at gera lættari at økja um túratalið.
Samstundis vísir hann á, at heili 15 rutur hjá Bygdaleiðum eru knýttar upp á rutuna ímillum Klaksvík og Havnina.
Tí er tað ein trupul uppgáva at gera broytingar. Ein fyritreyt fyri at gera størri broytingar á Bygdaleiðum er tí, at Strandferðslan fær sett eina nýggja planleggingarskipan í verk, sigur landsstýrismaðurin.
Eftir ætlan skuldi Strandferðslan komið á mál við hesum nú til várs, men orsakað av øðrum átrokandi arbeiðsuppgávum, er hetta tíverri nakað seinkað, leggur hann afturat.
– Arbeiðið verður tikið uppaftur eftir páskafrítíðina, og tá ið skipanin er sett í gildi, verður tað munandi lættari at broyta verandi ferðaætlanir, og at reka Bygdaleiðir effektivari.