Ongi úrslit

Eru væl nøgd við gongdina - hóast alt

Áki Bertholdsen
19. mai kl. 08:01

Prísirnir hava verið lágir, men alingin gekk væl. Soleiðis taka tey á Bakkafrosti saman um fyrsta ársfjórðing í ár.

Felagið sigur, at hendan fyrsta ársfjórðingin í ár, var rakstrarúrslitið ífyri alt Bakkafrost samtakið, 505 milliónir krónur, samanborið við 710 milliónir fyrsta ársfjórðing í fjør. 

Tøkan í Føroyum var 18.914 tons og í Skotlandi 6.286 tons, aftur ímóti ávikavist 14.294 tonsum og 7.263 tonsum í sama tíðarskeiði í fjør.

 Lívfrøðiliga gongdin var góð. Bæði í Føroyum og Skotlandi vóru lúsatølini lág, og miðalvektin á tikna laksinum høg, serstakliga í Skotlandi.  

Regin jacpbsen, stjóri á Bakkafrost, sigur í tíðindaskrivi, at samanumtikið, eru tey nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum.

Alingin í Føroyum gekk væl bæði á sjógvi og á landi. Lívfrøðiliga gongdin var góð, við góðum vøkstri, lágum lúsatølum og støðugari tøku av stórum og góðum fiski.

Smoltframleiðslan á landi heldur fram at seta met í framleiðslu av stórum dygdarsmolti. Hetta hevur jaliga ávirkan á okkara framleidni og kostnað. 

– Í Skotlandi fylgja vit miðvíst okkara strategisku kós um at basa lívfrøðiligum avbjóðingum í sjógvalingini við at seta stór dygdarsmolt á sjógv, eins og í Føroyum, sigur hann.

– Vit eru væl á veg við at økja framleiðsluna á Applecross smoltstøðini, og so hvørt stór hágóðsku-smolt vera sett á sjógv , vænta vit eina munandi betring í rakstrinum og úrtøkuni í Skotlandi. 

Laksamarknaðurin hevur ikki verið góður hendan fyrsta ársfjórðingin. Prísurin var góður í januar, men fall síðani munandi – og nógv meira enn tey flestu høvdu væntað.

Hetta kemst fyrst og fremst av størri útboði, serliga úr Noregi, har lívfrøðiliga gongdin hevur verið góð. Úr Noregi er útboðið av heilum laksi økt 38 prosent.  Hetta hevur viðført, at laksaprísurin er lækkaður munandi. 

– Okkara stóru verkætlanir - smoltstøðirnar í Applecross og Skálavík, og útbyggingin av fóðurverksmiðjuni hjá Havsbrún - halda fram sum ætlað, sigur Regin Jacobsen.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Sigmund bleiv álopin

21. mai kl. 17:08

Kanna svik

Í gjár kl. 10:08

Vil fullføra sína útbúgving

18. mai kl. 15:00

Simon Cowell vildi hava Sissal við

17. mai kl. 12:53

Eru skuldsett fyri 20 mál um stuldur úr handli í Havn

20. mai kl. 07:51

Tað var fyri egnari hond

20. mai kl. 16:05