Ongi úrslit

Er Miðflokkurin eitt problem barn?

Steffan Klein Poulsen
8. november kl. 02:01

“Men vit vita eisini at, í seinastu samgongu, tá hasir flokkarnir sótu (ABH), tá hevði samgongan øðiligt stríð av Miðflokkinum” – sitat Árni Gregersen (Dagur og vika hin 07.11.2025)

Tað er og verður altíð eitt ávíst stríð ímillum flokkar sum sita við valdið. Soleiðis er tað nú einaferð tá ymsar meiningar eru í einari samgongu. Av onkrari orsøk, so metir politiski viðmerkjarin, Árni Gregersen, at Miðflokkurin var flokkurin, sum voldi til stríð í samgonguni frá 2019 til 2022.

Ja, tað vóru stríð um ymisk mál tá og Miðflokkurin gjørdi síni sjónarmið galdandi eins og samstarvsfelagarnir. Men, tá kamparnir vóru tiknir og atkvøðast skuldi í Løgtinginum, so var tað ongantíð Miðflokkurin sum sveik ella framdi álitsbrot ímóti hinum samgonguflokkunum.

Tað vóru hinvegin Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin sum bóru uppskotið um “sammøður” ígjøgnum Løgtingið saman við táverandi andstøðu (CEF), umframt at onnur mál blivu súltaði, tó ikki orsaka av Miðflokkinum.

Miðflokkurin tryggjaði tann meiriluta á Tingið, ið stýrdi Føroya landi ígjøgnum korona skerini og loysti fleiri umráðandi politisk mál á konstruktivan hátt.

Eg vil við hesum ikki lata tað standa ósvarað, at Miðflokkurin bara er ein flokkur sum voldur til stríð.

Miðflokkurin er ein djarvur flokkur, sum stendur við sítt – men Miðflokkurin er sanniliga eisini ein álitandi flokkur.

Steffan Klein Poulsen,
løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14