Ongi úrslit

Enn eru vit grundleggjandi óeinig

Ikki hundasletur, men dronur og annað

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 19:15

-Vit eru vorðin einig um at vera óeinig, segði Løkke á ensktalandi tíðindafundinum. Danskur tìðindafundur kemur seinni.

-Ikki er nemt við nýhugsan um loysnir, tá man vaknar hvønn morgum við nýggjum hóttanum, sigur Løkke.

Samstundis leggur hann afturat, at øll hava áhuga í at royna at finna útav, hvat ber til hjá teimum partunum sum eru við - so leingi tað verður gjørt á ein virðiligan hátt.

-Vit fara tí at seta saman ein bólk sum skal finna eina felags leist, og vóna vit at tey kunnu møtast longu innan eina viku.

Danmark hevur longu økt sínar íløgur í Arktis og er til reiðar at senda meira.

-Vit fara at upprusta okkara hernað í grønlandi. Vit fara ikki at senda hundasletur, men dronur og annað, segði hann og sipaði við tí við einum smíli, til tað sum Trump hevur sagt, nevniliga at Danmark ikki kan verja landið við tveimun hundasletum.

Fundurin gekk fyri seg í einari konstruktivarin atmosferu og hann umhandlaði heilt grundleggjandi trygd, segði Løkke.

-Vit vilja fegin samstarva við USA, men tey skulu respektera tær reyðu linjurnar, segði hann.

Framtíðin snýr seg ikki neyðugt um fortíðina, men vónandi kann takast atlit til fortíðina, segði Løkke millum annað at enda.

Vivian Motzfeldt, sum helt talu á bæði enskum og grønlendskum, endurtók at tað var týðningarmikið at styrkja samstarvið við USA, men at Grønland ikki vil vera ogn hjá teimun.

-Vit vilja ikki vera amerikanara, segði hon.

Motzfeldt segði eisini

-Vit mugu standa saman geopolitiskt og annað, sum vit hava gjørt higartil, tað er ógvuliga týðningarmikið.

-Vit mugu standa saman geopolitiskt og annað, sum vit hava gjørt higartil, tað er ógvuliga týðningarmikið, segði Motzfeldt.

Sí tíðindafundin her

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Í besta lagi verður Elias jokari

9. januar kl. 18:34

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50