Ongi úrslit

Emiliana Torrini (ís) verður at hoyra á G!

Emiliana Torrini er tilnevnd Grammy-virðislön og hevur samstarvað við Kylie Minogue, og nú hevur tú möguleika at uppliva hana á G! 

Edvin H. Niclasen
28. januar kl. 17:40

Hetta er ikki ein songkvinna sum rópar og skriggjar eftir, at tú skalt geva henni ans — hon er mest sum bara har. Tó, ert tú fyrst fallin fyri íslendsku songkvinnuni við italska navninum, varðar tað fyri lívið.


Heimskenda songkvinnan hevur rúnarbundið lurtarar í meira enn 20 ár, og tú kennir møguliga vælfagnaða sang hennara Jungle Drum, ella kanska tú hevur hoyrt hana syngja Gollum's Song í Lord of the Rings.


Seinastu árini hevur hon tikið upp og framført saman við The Colorist Orchestra, men er í løtuni frammi við fyrstu soloútgávuni í 10 ár: Miss Flower. Henni líkt, flytir hon seg millum tað myrka og loyndarfulla elektroniska til ein akustiskan nærleika. Nýggja útgávan er eitt meistaraverk og fær sera góð skoðsmál. Emiliana Torrini viðgerð brøv og dagbøkur hjá sermerktu Geraldine Flower, við sögum um kærleika, loyndarmál og ævintýr, sum ger søgugongdina ótrúliga spennandi.

Mest lisið hesa vikuna

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

Í gjár kl. 16:40

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

15 tímar síðan

Marianna, Jasmin og Dania eru skuffaðar og skelkaðar.

8. mars kl. 20:55

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

13 tímar síðan

Gamal kenningur aftur á Løgting í nakrar dagar

18 tímar síðan

Mæla frá at lokka oljufeløg til Føroya at leita eftir olju

9 tímar síðan