Nú er langt síðani, at farið var undir arbeiðið at fáa eina skipan, har tað skal bera til at keypa ferðaseðil til bilar við Smyrli, á internetinum.
Herfyri varð komið so langt, at skipanin var komin undir land. Men so kom verkfallið og tað órógvaði arbeiðið, so at tað er seinkað.
Men Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at nú er tað komið hartil, at tað er klárt at seta skipanina í verk.
Hann sigur, at nú liggur í kortunum at tað verður fyrst í juli, at tað fer at bera til at selja ferðaseðlar til bil við Smyrli á internetinum.
Og síðani byrjar ferðing við ferðaseðlum, sum eru keyptir í bileggingarskipanini, eina góða viku seinni, ella umleið 8. juli.
Hetta merkir, at tá verður tað ikki longur at fara á ferjuleguna langt áðrenn Smyril fer, fyri at tryggja sær pláss. og tað verður eitt veldugt framstig.
Ofta er neyðugt at verða á ferjuleguni ein tíma áðrenn, og teir túrarnar, nógvir bilar plaga er vera við, er vanligt at fólk fara á ferjuleguna at seta bilin fleiri tímar áðrenn Smyril fer.
Niels Juel Arge sigur kortini, at tað fer eisini at bera til at koma við bili umborð, uttan at hava bílagt ferðaseðil á internetinum, og so at keypa ferðaseðil umborð.
Tað verður munur á prísinum á ferðaseðlum, sum eru keyptir á internetinum og teimum, sum verða keyptur umborð. Men stjórin sigur, er endaligur prísur er ikki ásettur enn.
Hann sigur eisini, at beint fyri mánaðarskiftið er eisini ætlanin eisini at seta bíleggingarskipanina í verk á Skúvoyarleiðini og á Hestleiðini.