Ongi úrslit

Ein stuttur tíðindafundur

Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Tíðindafundurin hjá Mette Frederiksen og Jens Frederik Nielsen var stuttur.

Hann var meira ein staðfesting av tí sum tey hava sagt allatíðina, nevniliga at Grønland og Danmark standa saman, óansæð hvat amerikanararnir koma við av tilboðum

- Hóast tað eru grønlendingar, sum føla tað fyrst og fremst, so stendur nógv meira uppá spæl. Hetta snýr seg um, ikki at kunna keypa fólk. Og tí siga vit greitt nei. Vit koma saman, vit tosa saman og vit fara avstað aftur saman. Hettar segði Mette á fundinum.

Hon leggur eisini dent á, at fleiri munnlig álop hava verið á Grønland og Danmark:

- Tað hava verið nógvar háðingar, sigur hon, sipað til USA.

Hvat kann tú bjóða Amerikanarunum? verður Mette spurd.

- Ein sterkan NATO-allieraðan. Ein demokratiskan samstarvspartnara. Tað sama vit hava bjóðað í nógv ár, var svarið.

Smá lond skulu ikki ræðast størri lond, og man skal ikki kunna flyta greinsur við makt, vóru nakrar av orðingunum frá henni.

Spurdur um hvat hann vil svara um amerikanararnir vilja tosa við hann einsamallan, endurtekur Jens Frederik Nielsen tað sama sum Mette sigur:

- Vit koma saman, vit tosa saman og vit fara avstað aftur saman. 

- Grønland vil ikki vera partur av USA. Vit velja Danmark, NATO og vit velja EU, sigur hann eisini.

Hvat hava tit at siga við grønlendska fólkið, var spurt og Jens Frederik Nielsen svaraði:

- Vit vilja samstarvið og samgonguna. Vit fara altíð at standa saman við Danmark og Kongaríkinum. 


Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

9 tímar síðan

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

Í gjár kl. 11:08