Ongi úrslit

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

Áki Bertholdsen
8. november kl. 10:06

Tað hevur verið nógv fólk í býnum í nátt og løgreglan sigur, at sum heild var friðarligt.

Men tvær ferðir var løgreglan eftir fólki, sum vóru so ringt at hava við at gera, at tey fingu fleiri bøtur í part. Harafturar fær eitt fólk endurgjaldskrav fyri herverk.

Fyrru ferð var tá ið ófriður tók seg upp á einum skeinkistaði í Havn.

Tveir mans vóru komnir til ilnar og tá ið løgreglan kom á staðið, fingu teir báðir 1.500 krónur í bót í part fyri at bróta skilhaldsreglurnar. Og teir vórðu báðir tiknir við á støðina at vera til teir høvdu sissað seg aftur.

Men tað hóvaði tí eina manninum so illa, at at fór at rópa rasistisk ókvæmisorð eftir einum av løgreglufólkunum, sum vóru komin á staðið.

Tað fær hann eisini bót fyri, so hann fekk tvær bøtur.

Men tá ið teir so skuldi leyslatast aftur í morgun, varð sami maður so óstýriligur, at hann er eisini skuldsettur fyri herverk inni á løgreglustøðini.

Tað er hann so eisini skuldsettur fyri og tá ið skaðin er gjørdur upp, fær hann eisini endurgjald fyri tað.

Stutt aftan á koyrdi ein løgreglubilur fram við einum manni, sum rætti løgreglufólkunum longutong.

Tað fær hann eisini 1.500 krónur í bót fyri. Men tá ið løgreglan tosaði við hann, vildi hann ikki siga hvør hann var. Tað fær hann somuleiðis bót fyri, men hann varð eisini tikin á løgreglustøðina at vera í nátt, og hann varð eisini leyslatin tíðliga í morgun.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14