Tað hevur verið fitt av fólki í býnum leygarkvøldið og sunnunáttina. Og fleiri ferðir tók orðadráttur seg upp ímillum fólk har løgreglan mátti upp í at fáa frið í lag aftur.
Sunnunáttina mátti løgreglan hjálpa einum manni til hús tí hann var so dýrandi fullur, at hann hevði ikki skil fyri at finna sjálvur.
Í gjáramorgunin gjørdi løgreglan nógv burtur úr at steðga bilum fyri at kanna um bilførarar vóru edrúur, og tað endað við, at um ellivutíðina fyrrapartin í gjár, varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Og hann var so mikið ávirkaður, at koyrikortið varð tikið á staðnum.
Annars hevur løgreglan aturvenandi trupulleikar av, at unglingar gera fortreð hjá fólki um næturnar.
Og tað er ikki bara við rópi og skráli, men tað er við at steina upp á takið og á rútar, og tað kann elva til skaða. Meiri ótespuligt er tað, at tey hava eisini oyst skrell inn til fólk har tað er opið.
Tað er ikki nakað nýtt, at børn og ung gera fortreð, men løgreglan heldur ikki, at tað skal lítisgerast, tí tað er rættiliga fortreðilsligt hjá teimum, tað rakar, serliga táið skaði kann standast av. Hetta er ein trupulleiki, løgreglan heldur eyga við, siga tey.