Við tapinum ímóti Írlandi løgdu føroysku dreingirnir eitt økt trýst á seg sjálvar, um at fáa heiðursmerkir heim aftur við og eisini um teir skulu vinna seg í EM endaspælið í summar ella til eina 2. undankapping í mars.
Tað byrjaði so væl og sá út sum ein rættuliga lættur dystur. Føroysku dreingirnir komu á odda 2-0 í settum uttan veruliga at leika ein góðan dyst.
Men í triðja settið vendi og Írland byrjaði at leika betur og vann settið. Støðan gjørdist uppaftur truplari í fjørða settið, sum Írland vann rættuliga lættliga.
Nú skuldi javnbrótari til fyri at avgerða dystin. Hendan vann Írland eisini til frøði fyri teir nógvu írsku áskoðararnar í høllini.
Settúrslitini vóru 25-19, 25,19, 22-25, 18-25 og10-15.
Við hesum er Ísland nú nr. 1 í bólkinum við fullum stigatalið, 6 stig. eftir tveir dystir. Írland er nr. 2 við 5 stigum og á 3. plássinum kemur Føroyar við 4 stigum. Skotland og Norðurírland hava enn ikki fingið nakað stig. Fyri Føroyar er nú best, at Skotland vinnur dystin í dag ímóti Írlandi og so sjálvsagt, at Føroyar vinnir teir dystirnar, sum eru eftir at leika.
Føroyska liðið leikar í dag kl. 17.00 ímóti Norðurírlandi, ímeðan Skotland og Írland leika.