Dómpróvstavígsla hevur í dag verið í Havnar Kirjkju. Tað er Maria Jørðdal Niclasen sum er útnevndi nýggjur dómpróstur. Hon er fyrsta kvinnan sum tekur við embætinum í Føroyum, so í dag er ein søguligur dagur.
Embætið var lýst leyst í august og komu tríggjar umsóknir.
Trý lið vòru síðani í viðgerðini, áðrenn løgmaður kundi útnevna Mariu, nevniliga Kirkjuráðini, biskupur og landsstýrismaðurin í kirkjumálum
Maria Jørðdal Niclasen varð prestvígd í dómkirkjuni 27. januar 2013. Hennara fyrsta kall var eystan Múla, har hon tók við kallinum í Norðoya eystara prestagjaldi 1. februar sama ár.
Maria Jørðdal tók í mars 2015 við kallinum í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík. Harafturat hevur hon røkt tað týdningarmiklu tænastuna at vera prestur teirra deyvu.
Maria tekur við embætinum tann 1. februar 2026.