Ongi úrslit

Dennis Holm á fundi við norska fiskimálaráðharranum

Landsstýrismaðurin er á fiskivinnumessu í Barcelona, har hann hitti nýggja norska fiskimálaráðharran, Marianne Sivertsen Næss

Fríðmundur Nattestad
23. apríl 2024 kl. 15:00

Dennis Holm, landsstýrismaður, er í hesum døgum á fiskivinnumessuni, Seafood Expo Global, í Barcelona, sum er heimsins størsta fiskivinnumessa. Í tí sambandi var í gjár fundur við norska fiskimálaráðharran Marianne Sivertsen Næss.

Hetta skrivar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið á heimasíðu sínari í dag.

Marianne Sivertsen Næss varð farna fríggjadag tilnevnd sum fiskimálaráðharri og var hetta sostatt hennara fyrsti millumlanda fundur sum fiskimálaráðharri.

Á fundinum umrøddu Dennis Holm og Marianne Sivertsen Næss týdningin av søguliga fiskivinnu samstarvinum millum Føroyar og Norra, eitt samstarv, sum gongur aftur til 1977.

Umrøða var eisini av fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Norra og av strandarlandasamráðingunum, sum Føroyar og Norra eisini eru partur av, har londini bæði hava arbeitt miðvíst fyri at fáa semjur, soleiðis at fiskiskapurin eftir makreli, sild og svartkjafti aftur kann skipast í trygga legu og gerast burðardyggur.

Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at bjóða Marianne Sivertsen Næss, fiskimálaráðharra, til Føroyar á vitjan.

Mest lisið hesa vikuna

Í kristnum samkomum hanga ísraelsk fløgg, meðan Ísrael leggur Gasa í oyði. Hví?

31. juli kl. 07:15

Hetta er hamrandi órættvíst - og hetta standi eg ikki modell til

1. august kl. 08:50

Ferðafólk við Smyrli fingu ampa av einum el-bili á biladekkinum

30. juli kl. 17:25

Tvøroyrar kommuna biður um hjálp

3. august kl. 16:00

Bjarni Hammer fær átalu frá partamonnum

31. juli kl. 17:15

Mein Kampf og Kári Sverrisson

Í gjár kl. 19:00