Ongi úrslit

Dansa fyri krabbameini

Atkvøðast kann við at senda tekstin SE til 1234.

© @havemannphoto
Jóhanna Højgaard
24. oktober kl. 17:30

So er aftur fríggjadagur og vit eru klár til enn eitt kvøld á dansigólvinum í Dansifrøði, skriva tey bæði Sissal og Eugen á Facebook.

Flott síggja tey út, og at dansa duga tey avbera væl.

Sendingin í kvøld er serlig á tann hátt, at hon er eyðmerkt til Knæk cancer, tað árligt endurvendandi tiltakið, har savnað verður inn peningur til at granska í, og finna ein máta at basa hesa herviligu sjúku.

Sissal og Eugen eru ógvuliga glað og takksom fyri at vera partur av hesum tiltakinum. Tað hevur nógv at týða fyri tey, tí tey hava sjálvi havt krabba tætt inni at lívinum.

Mamma Sissal hevði krabbamein tá Sissal var umleið sjey ára gomul.

-Vit hava vígt okkara dans í kvøld til mammu Sissal, sum stríddist við krabbamein við trimum smágentum við sína lið. Hon er ein risa íblástur, og vit vóna at vit kunnu nema tykkara hjartastreingir við okkara dansi.

Vit gleða okkum at geva alt vit eiga og vit vóna at tit fara at hugna, dansa og føla við okkum heima á stovugólvinum.

Sissal yvirraskaði eisini eina níggju ára gamla gentu fyrr í vikuni, sum misti systur sína til krabbamein.

Eingin verður koyrdur heim í kvøld, so ein nýtist ikki at vera stúrin um Sissal sleppur víðari.

Tó kan ein enn atkvøða og hjálpa parinum at sleppa víðar allan vegin til seinastu sendingini av Dansifrøði nakrantíð.

Túsund takk fyri allan tykkara stuðul. Tað merkir meira enn tit hava nakra hóming um, leggja tey afturat.

Myndir: @havemannphoto/Sissal

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

22. oktober kl. 19:00

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

23. oktober kl. 22:00

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

22. oktober kl. 16:00

Skeivt sløkkilið fekk boð um eld

24. oktober kl. 08:35

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

14 tímar síðan

Eftirlýsti maðurin afturkomin

23. oktober kl. 09:03