Ongi úrslit

Danmark vil ikki boykotta Eurovision 2026

Ein treyt er, at kappingin verður ópolitisk og trygdin verður í ordan

© Alma Bengttson, EBU)
Føroyska Sissal sum luttók í Eurovision í ár við sanginum "Imagination"
Jóhanna Højgaard
17. sepember kl. 19:00

Danmark ætlar sær ikki at trekkja seg úr evropeisku sangkappingini næsta ár, hettar stendur í frágreiðing frá DR.

Hendan avgerðin kemur eftir fleiri vikur við kjaki um luttøkuna við Ísrael, og fleiri lond hava boðað frá boykotti um Ísrael luttekur. Eitt teirra er grannaland okkara, Ísland.

Ísrael luttók í seinastu Eurovision sangkappingini fyrr í ár í Basel. Fleiri lond krevja, at Ísrael verður hildið uttanfyri kappingina næsta ár. Mynd: Denis Balibouse

- DR stuðlar ESC (Eurovision Song Contest, ritstj.) sum eitt mentanarligt tiltak, sum hevur savnað tjóðir saman gjøgnum tónleik síðan 1957.

Okkara luttøka er treytað av, at tað framvegis er ein sterkur altjóða felagsskapur, eftirlit við trygdini og ein ópolitiskur karmur kring kappingina, sigur Gustav Lützhøft úr DR.

Sjey lond boykotta

Sjálvt um Sissal ikki vann Eurovision, so kann tað vera at hon kanska vinnur Um Sissal ikki vann Eurovision, so kann tað vera at hon kanska vinnur "Vild med Dans" í heyst.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39