Ongi úrslit

Sjey lond hótta nú við boykotti

Ísrael ætlar ikki at bakka fyri trýstinum

Jóhanna Højgaard
15. sepember kl. 18:00

Fyrireikararnir av Eurovision hava eftir øllum at døma sent eini óformelig boð til Ísrael, har tey vera biðin um at fyribils sleppa sær úr Eurovision sangkappingini í 2026.

Yuval Raphael, luttók fyri Ísrael í ár.

Alternativt kann Ísrael kanska framføra undir einum neutralum flaggi, ella ongum flaggi, fyri at sleppa undan at verða koyrd frá, halda fyrireikararnir.

Hettar skrivaði miðilin Ynet sunnudagin, har fleiri onnur lond eisini hóttu við at boykotta árligu tónleikaligu kappingina, um Ísrael luttekur.

Óformeligi boðskapurin kemur undan einum fundi hjá Evropeiska Kringvarpsfelagnum, sum skal vera í Geneve.

Har verður spurningurin um luttøku Ísraels væntandi umrøddur, meðan vreiði móti Ísrael um ágangandi Gaza-stríðið veksur.

Tey londini sum hava hótt við boykottið higartil eru:

Belgien, Portugal, Holland, Slovenia, Írland, Spania og Ísland.

Fyri nøkrum tímum síðani kunngjørdi Ísrael, at tey ikki ætla sær at bakka fyri trýstinum.

Leiðslan í ísraelska almenna kringvarpinum 'Kan' hevur avgjørt ikki at taka seg úr Eurovision Song Contest í 2026, sum verður í Wien í Eysturríki.

Golan Yochpaz

- Tað er eingin orsøk til, at Ísrael ikki skal vera ein týðandi partur av hesum mentanartiltakinum, sum ikki kann gerast politiskt, segði stjórin í 'Kan', Golan Yochpaz, undir framløguni av nýggju heystforritinum hjá netverkinum.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14