Ongi úrslit

Dagstovnalógin verður dagførd

Uppskot til dagførda dagstovnalóg, sum er sent til hoyringar, er vorðið til í tøttum samstarvi við Kommunufelagið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
8 tímar síðan

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sent uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt til almenna hoyring. Lógin er frá 2000, og í fleiri ár hevur ynski verið um at dagføra hana.

Landsstýrismaðurin leggur dent á, at arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við Kommunufelagið, og at tey saman hava valt at byrja við teimum broytingum, sum eru mest grundleggjandi fyri at fáa eitt nútíðarhóskandi og fakliga greitt grundarlag fyri dagstovnaøkið.

"Tað er ein stór gleði, at vit nú loksins kunnu senda hetta uppskotið til hoyringar. Við góðum samstarvi við Kommunufelagið hava vit tikið fyrsta týðandi stig at dagføra eina lóg, sum ikki longur hóskar til dagsins tørv," sigur landsstýrismaðurin.

Uppskotið ger ábyrgdarbýtið millum land og kommunur greiðari, avmarkar nágreiniliga, hvørji tilboð og aldursbólkar lógin fevnir um, og setur felags karmar fyri námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga ráðgeving. Eisini verður skotið upp at seta eina samstarvsnevnd fyri at styrkja fakliga samskipan á økinum.

Miðað verður ímóti at tryggja øllum børnum javnbjóðis og dygdargóð dagstovnatilboð – óheft av bústaði.

Hoyringarfreistin er 5. januar 2026, og fáa øll høvi at gera møguligar viðmerkingar.

Uppskotið kann lesast her

https://www.bumr.fo/.../uppskot-til-loegtingslog-um...

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00