Ongi úrslit

Bumbuhóttan í Odense

Jóhanna Højgaard
11 tímar síðan

Dagføring 11.59

Í sambandi við arbeiðið hjá løgregluni og EOD er ​​umráðandi, at borgarar virða avsperringarnar, sigur løgreglaná Fjóni á X.

- Ikki fara úr húsum og fara út á gøtuna. Hetta er galdandi fyri Gravene, Nørregade og Asylgade, skriva tey.

Eigarin av Jensens Barbershop er tann sum fekk bumbuhóttanina.

Eigarin, Símun Jensen, sigur við Fyens Stiftstidende, at hann fann eitt kuffert liggjandi við bakdyrnar við navni hansara á.

- Okkurt datt burturúr. Eitt bræv. So eg tók kuffertið inn og skuldi lata tað upp, men so sá eg, at har var ein tráður í, sigur hann við fjølmiðlarnar.

Hann ringdi síðani til løgregluna, sum stutt eftir fylgdi honum vekk frá staðnum saman við grannunum, sum hann nú býr hjá.

Ein Bumbuhóttan er móti miðbýnum í Odense. Hóttanin var framd í telefonsamrøðu klokkan 9.24 í morgun, danska tíð. Eitt øki í miðbýnum í Odense er sperrað av.

Løgreglan sigur, at tey kannað málið, men hava í løtuni ikki nakran undir illgruna. Tað upplýsir TV 2 Fyn.

Borgarar, sum búgva innanfyri avsperraða økið, kunnu framvegis vera heima hjá sær sjálvum, Løgreglan biður tó fólk halda seg burtur frá vindeygum og altanum, hjallum og havum, stendur í fráboðanini.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

9 tímar síðan

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

Í gjár kl. 11:08