Í framtíðini verða øll nýfødd smábørn í Onglandi DNA-kannað fyri sjúkur, í vón um at fyribyrgja heldur enn at viðgera tær.
Tað veit Sky News at siga frá. DNA-kanningar eru partur av einum nýggjum heilsuverksmodelli.
Modellið hevur til endamáls at flyta bretska heilsuverkið frá at vera viðgerðarmiðsavnandi, til at fyribyrgja sjúkum.
Millum annað er persónligt medisin, sum verður gjørt møgulig við DNA-kanningum, ein miðdepil í teirri ætlan, sigur Wes Streeting, heilsumálaráðharri.