Ongi úrslit

Borðtennis: Úrslit frá 1. GP-umfari

Borðtennissamband Føroya
Í gjár kl. 22:12

Leygardagin 1. november varð fyrsta borðtenniskappingin í nýggja kappingarárinum spæld í Høllini á Hálsi í Havn.

Her luttóku 46 leikarar. Talan var um fyrsta Grand Prix-umfar í einari røð av sjey umførum, sum spæld verða fram til februar næsta ár.

Nógv kend andlit vóru at síggja serliga í fremru bólkunum, men eisini var hópin av ungdómi, sum var til sína fyrstu borðtenniskapping.

Hetta boðar frá góðum, halda tey í Borðtennissambandi Føroya, sum hava snikkað eina spennandi skrá saman við kappingum bæði her heima og uttanlands.

Annað Grand Prix-umfar verður í høllini í Trongisvági sunnudagin 16. november.

Úrslitini frá fyrstu kappingini síggjast niðanfyri, og annars eru fleiri myndir at síggja á heimasíðuni btsf.fo.

Úrslit - 1. GP-umfar

Bólkur A

1. Fróði Fríðason Jensen (Tór)

2. Ári Fríðason Jensen (Tór)

3. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

4. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)

5. Jósvá Fonsdal Højgaard (TBF)

6. Poul Knút Poulsen (TBF)

7. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

8. Jóel Eivinsson Bringsberg (Tór)

9. Jákup Margar Debes (Tór)

10. Hadassa Christiansen (Tór)

Bólkur B

1. Fríði Jensen (TBF)

2. Bogi Gardar Bringsberg (Tór)

3. Suni á Lava (Tór)

4. Brandur B. Johannesen (Tór)

5. Rókur Løkjá (Tór)

6. Benjamin Simonsen (TBF)

Bólkur C

1. Høgni W. Dalsgaard (Tór)

2. Gudmund Djurhuus (TBF)

3. Liam Steinkross (TBF)

4. Allan Christianson (TBF)

5. Dávid Simonsen (TBF)

6. Elias O. Olsen (Tór)

Bólkur D

1. Ruben Benbakoura (Tór)

2. Noam Suni Durhuus (Tór)

3. Geiri Augustinussen TBF

4. Heri Guðlaugsson (Tór)

5. Rói Mortensen TBF

6. Mattias Dimon TBF

Bólkur E

1. Dánjal Jacobsen (Tór)

2. Nóam á Rógvu (Tór)

3. Meikin Hammer TBF

4. Dávur Dionsson TBF

5. Martin Eið Eliasen (Tór)

6. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)

Bólkur F

1. Pætur Tróndarson (Tór)

2. Ísak Torkilsson (Tór)

3. Jónas Thomsen (TBF)

4. Angelina Øster (TBF)

5. Kaja Thomsen (TBF)

6. Rósa í Dali (TBF)

Bólkur G

1. Einar Norðberg (TBF)

2. Dávid Mellemgaard (TBF)

3. Ísak Thomsen (TBF)

4. Helga N. Mortensen (TBF)

5. Adriel Djurhuus (Tór)

6. Nathan L. Jespersen (TBF)

Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Suðuroyartunnilin – har er eisini ein onnur síða av málinum

28. oktober kl. 22:30

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32