Ongi úrslit

Bjóða til borgarafund í Vík

Sunda kommuna hevur sett sær fyri at hava árligar borgarafundir í bygdunum

sunda.fo
19. apríl kl. 20:14

Sunda kommuna skrivar soleiðis:

Kommunan fer hesa setuna at hava árligar borgarafundir í bygdunum, og í hesum sambandi fara vit at byrja í Haldórsvík komandi hóskvøld, 24. apríl kl. 19:30.

Fundurin verður hildin í avhaldshúsinum, og aftaná verður drekkamuður at fáa. Á fundinum verður kunnað um støðuna við vetrarfriðingini, og annars verður orðið lagt til einstaka borgaran at koma við hugsanum, ynskjum og áheitanum. Vónin er, at hesir fundirnir styrkja sambandið millum borgaran og kommununa, so avgerðir og komandi raðfestingar verða gjørdar í tráð við ynskini hjá borgarunum í ymisku bygdunum.

Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu vera hesar bygdirnar nevndar: Gjógv, Norðskála, Oyri, Oyrarbakki, Langasandur, Saksun, Tjørnuvík, Streymnes, Hvalvík og  Hósvík.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Framferðin hjá Ísrael er fólkamorð - og her valdar tøgn

Í gjár kl. 08:40

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00