Í gjáramorgunin hendi eitt ferðsluóhapp í Skálafjørði, sum sá rættiliga ógvusligt út. Óhappið hendi við brúnna ímillum Effostøðina og bygdina, har ein ungur og óroyndur bilførari ikki var nóg ansin. Tí kom hann so langt út á jaðaran, at hann fór út av.
Har er eitt sindur høgt niðurfyri, so løgreglan sigur, at tað sá ógvusligt út, men bilførarin slapp við skrekkinum. Hinvegin varð bilurin vrak av stoytinum.
Fyrrapartin hendi eisini eitt lítið arbeiðsóhapp í eini moldgoymslu við Norðskála. Har hendi tað at ein maður fekk baklúkuna á einum lastbili í høvdið.
Hann fekk snuddir í høvdið, men einki álvarsligt. Men slík óhapp verða altíð skrásett sum arbeiðsóhapp og Arbeiðseftirlitið varð fráboðað.