Ongi úrslit

Bilførari ansaði ikki eftir og rendi á

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Havn - og tað hendi av berum gáloysni.

Løgreglan sigur, at ein bilførari steðgaði við ein gonguteig tí fólk skuldu tvørtur um vegin.

Men tað ansaði bilførarin, sum koyrdi aftan fyri, ikki eftir, so hann rendi upp í reyvina á honum.

Báðir bilarnir fingu nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin.

Ikki at halda neyðugu frástøðuna tilbilin framman fyri, er eitt av teimum grovu lógarbrotunum í ferðslulógini.

So bilførarin, sum rendi á, kann bæði vænta sær eina bót upp á 1.500 krónur, umframt at hann fær klipp í koyrikortið.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

Í gjár kl. 12:25

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08