Ongi úrslit

Benjamin Hansen nývaldur í nevndini

Sjáldan um nakrantíð hevur uppmøtingin verið so stór á aðalfundi hjá Maskinmeistarafelagnum

Maskinmeistarafelagið
15. mars kl. 19:01

Aðalfundur hevur verið í Maskinmeistarafelagnum í dag, og uppmøtingin var av tí besta nakrantíð. Í nevndina bleiv Regin M. Olsen afturvaldur, meðan Mortan S. Thomsen misti sín sess til Benjamin Hansen

Sjáldan um nakrantíð hevur uppmøtingin verið so stór á aðalfundi hjá Maskinmeistarafelagnum. Stívliga 70 limir høvdu teknað seg til veitsluna, og flestu teirra møttu á aðalfundinum. Aðalfundurin var á Hotel Hilton í Havn, har veitslan eisini verður hildin.

Aðalfundurin hesa ferð var skjótt avgreiddur, tí sera fáar viðmerkingar vóru til formansfrágreiðing og roknskap.

 Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, legði fram formansfrágreiðing og roknskap

Sum altíð var nevndarvalið mest spennandi løtan, og her hendi ein útskifting í nevndini. Tað var Benjamin Hansen, maskinmeistari hjá Sp/F Klima, ið vann sessin frá Mortani S. Thomsen. Regin M. Olsen, ið eisini var uppá val, bleiv afturvaldur við flest atkvøðum av øllum.

Hann fekk 45 atkvøður, Benjamin Hansen fekk 40, Mortan S. Thomsen 26 og fjórða valevnið Ólavur J. Østerø fekk 24 atkvøður. Teir báðir Mortan S. Thomsen og Ólavur J. Østerø blivu síðan valdir sum tiltakslimir.

 Benjamin Hansen, maskinmeistari hjá Sp/F Klima, er nývaldur nevndarlimur

 Regin M. Olsen, maskinmeistari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er afturvaldur nevndarlimur


Mortan S. Thomsen, maskinstjóri hjá Smyril Line, var ikki til staðar á aðalfundinum. Hann misti nevndarsessin, men bleiv valdur tiltakslimur

 Ólavur J. Østerø, maskinmeistari hjá SEV, bleiv ov stuttur til nevndina, men er valdur tiltakslimur

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05