Hetta seinasta samdøgurið hevur verið rættiliga fittligt hjá løgregluni. Jóansøka hevur verið á Tvøroyri, men har hevur tað verið stak friðarligt. Tað hevur tað eisini verið aðrastaðni í landinum, og løgreglan hevur einki mál skrivað.
Dagurin í gjár, og náttin í nátt, hava verið merkt av fullum fólki, sum ikki hava klárað seg sjálvi og sum tí máttu hava hjálp frá løgregluni. Summi vóru koyrd til hús og onnur endaðu á løgreglustøðini, har tey svóvu í nakrar tímar til tey vóru klárnað aftur.
Í einum føri varð ein bilførari meldaður, tí hann koyrdi so óstøðugt, at tey hildu, at hann var ávirkaður. Løgreglan fekk fatur á honum, men tað vísti seg, at hann var edrúur . men hví hann koyrdi so óstøðugt, sigur søgan einki um.