Ongi úrslit

Ávara fólk sum eru til gongu í Havn

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Tórshavnar Býráð ávarar nú fólk, sum eru til gongu. Býráðið sigur, at tíðliga í morgun hevur eitt grovt æl verið í meginpartinum av Havnini.

Men tá ið ælið var farið framvið, bleiv stjørnuklárt og kalt. Hetta hevði við sær at vegir og gongubreytir kólnaðu so mikið, at tað fór aftur at frysta.

Tí varð tað sum á flundrubakið aftur, serliga tí at ælið skolaði saltið, sum varð sprænt á, burtur aftur.

Býráðið sigur, at allar maskinur hjá kommununi eru í løtuni úti og salta. Men tey ávara um at tað tekur sína tíð at koma runt til allar gongubreytirnar, og tí verða gongufólk ávarað um at tað kann verða sera hált og tí verða tey biðin um at ansa sær.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

Í gjár kl. 12:25

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08