Ongi úrslit

Atli spælir fyri lívinum

Sáttmálin við FSF sigur, at hjálparvenjarin á landsliðnum fer at gevast í Víkingi, tá ið Europa luttøkan er av, og við sigri í kvøld er møguleiki fyri fleiri europeiskum dystum

Jóannes Hansen
10 tímar síðan

Tað endaði við 2-1 heimasigri, tá ið Víkingur í UEFA Conference League í kvøld hevði vitjan av Linfield úr Norðurírlandi.

-Tað hevði týdning fyri okkum, at tað framvegis var spenningur um samantalda úrslitið, tá ið vit fara til Norðurírlands, og 2-1 sigurin í kvøld ber við sær, at tað framvegis er spennandi, staðfestir Atli Gregersen, og hann heldur fram:

-Fyrr í summar var tað vónbrot fyri okkum ikki at vinna okkum víðari ímóti meistaraliðnum úr Gibraltar, og eisini fyri føroyskan fótbólt var tað harmiligt, at vit ikki vunnu stig til europeiska roknskapin. Í kvøld gjørdu vit, sum hini liðini – KÍ, NSÍ og HB – hava gjørt fyrr í summar, og vit halda okkum eisini hava møguleika í Belfast um eina viku. Tað hava vit, um hugburðurin tá verur tann sami, sum hann var í kvøld, og um vit verða skarpari í framrættaða partinum, enn vit vóru í kvøld.

Víkingur lýsir við, at tað verður ferðast við leiguflogfari niður til Belfast, og tað fer ivaleyst at kveikja undir áhugan at fara avstað, at tað í kvøld eydnaðist Víkingi at vinna 2-1 ímóti Linfield, sum eigur heimavøll á Windsor Park í Belfast.

Tað er greitt, at Atli Gregersen ikki fer at spæla so nógvar dystir aftrat á besta liðnum hjá Víkingi. Felags fyri hann og Poul Kallsberg, at teir fara at gevast, tá ið ársins leiklutur hjá Víkingi verður av. Møguleiki er fyri, at tað verður um eina viku, men um tað í Belfast fer at eydnast víkingunum at vinna seg víðari í Europa, so verður talan í hvussu so er um tveir altjóða dystir aftrat og harvið eisini dystir í heimligu landskappingini. Poul Kallsberg fer at flyta til Hillerød IF í næstbestu donsku deildini, tá ið luttøkan hjá Víkingi í Europa verður av.

Áðrenn Víkingur fer av landinum er stór uppgáva í heimligu landskappingini á skránni. Seinnapartin sunnudagin fer Víkingur á heimavølli at spæla ímóti B36.

Hjá víkingunum var fyrsta lítla løtan í kvøld flúgvandi, tí longu tá ið tríggir minuttir vóru farnir, hevði ein av gestunum eftir innlegg stýrt bóltin í sítt egna mál.

Seks minuttir seinni varð 1-1.

Landsliðsmálverjin Bárður á Reynatrøð var á beinkinum, tí hann bíðar eftir boðum av føðideildini, har hann innan næstu tímarnar verður pápi.

Tí var U-21 landsliðsmálverjin Hans Jákup Arngrímsson millum stólparnar. Hann hevur nógvar royndir úr næstbestu deildini, har hann hevur spælt 98 dystir. Burtursæð frá einum steypadysti, tá ið Víkingur á útivølli vann ímóti FC Hoyvík, so var hetta fyrsta ferðin, at hann vardi málið á besta liðnum.

Og fyrstu ferð Hans Jákup fekk fatur á bóltinum var, tá ið gestirnir við stútara høvdu javnað til 1-1.

So var dagsskráin sett. Gestirnir vóru nógv størsta partin av tíðini í álopsstøðu, og tað vóru nógvar spentar støður og fleiri málmøguleikar í heimabrotsteiginum. Víkingarnir ofraðu seg støðugt, og fleiri ferðir bjargaði Hans Jákup Arngrímsson.

Víkingarnir vóru rárir gestir í mótstøðubrotsteiginum, men ellivu minuttir eftir steðgin eydnaðist tað at skora málið, sum vísti seg at verða 2-1 sigursmálið. Raski vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson dró fittan tein í vinstru, og tá ið hann sneiddi mitt inn fyri málið, smekkaði hann til úr 16 metrum, og bólturin streyk fram eftir vøllinum og inn í handara síðunetið.

Málið gav víkingunum nýtt mót og eyka orku. Sum seinni hálvleikur leið og trýstið øktist, so vóru víkingarnir øgiliga troyttir og moyrir. Men teir góvust ikki. Teir ofraðu seg og stríddust. Tað nógva gekk fyri seg í og kring brotsteigin hjá Víkingi. Norðurírararnir royndu seg við innleggum og longum sendingum, og teir royndu at samanspæla eitt tvey, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa bóltin í málið.

 

Víkingur – Linfield 2-1 (1-1)

1-0: Sjálvmál 3.

1-1: MatthewFitzpatrick 9.

2-1: Ingi Jonhardsson 56.

Víkingur: Hans Jákup Arngrímsson – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Sølvi Vatnhamar, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason – Poul Kallsberg, Jákup Johansen (Jørgen Nielsen, 69.), Ragnar Skála (Stefan Radosavljevic, 69.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Arnór Brandsson, Páll Eirik Djurhuus, Jákup Martin Jarnskor, Bjørn Bjarkhamar, Jósef Ólavsson, Rani Hansen, Ingi Arngrímsson, Martin Klein Joensen

Gult kort: Jákup Johansen, Aron Jarnskor Ellingsgaard

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

Mest lisið hesa vikuna

Út av lagið vánaligt

Í gjár kl. 18:00

Tvøroyrar kommuna biður um hjálp

3. august kl. 16:00

Vilja hava útlending vístan úr Føroyum

6. august kl. 07:41

Mein Kampf og Kári Sverrisson

4. august kl. 19:00

Suðuroyarsiglingin hjá Galaxy er framskundað eina viku

1. august kl. 13:35

Nú takkar hann fyri seg í politikki

4. august kl. 12:15