Tað vakti ans løtuna undan tíðindafundinum í FSF húsinum, at Árni Frederiksberg var møttur upp. Tað var skjótt at leggja tvey og tvey saman, og tá ið venjarin kunngjørdi, hvørjir hava fingið landsliðsboð, var Árni Frederiksberg á listanum.
-Tað er ein heiður at umboða føðilandið. Møguleiki hevur ikki verið fyri tí seinastu árini, men nú er aftur møguleiki fyri tí, og nú er nakað síðani, at eg boðaði venjaranum frá, at eg eri tøkur, og eg eri fegin um at hava fingið landsliðsboð, sigur Árni Frederiksberg.
Árni Frederiksberg hevur spælt 11 landsdystir. Seinasta ferðin, at hann var á landsliðnum, var í 2019, tá ið Føroyar taptu EM undankappingardyst á útivølli 3-0 ímóti Svøríki, og Árni í næstsíðsta minutti varð skiftur inn.
Landsliðsvenjarin er fegin um, at Árni Frederiksberg aftur er tøkur:
-Vit vita øll, hvat Árni hevur avrikað í KÍ bæði í heimligu kappingini og ikki minst í altjóða dystunum. Hann megnar nógv einsamallur, og fyri Føroyar er tað týdningarmikið at hava spælarar, sum megna at halda upp á bóltin. Og so eru tað deyðbóltsstøðurnar, sum hann so ofta hevur átt avgerandi leiklut við – bæði fríspørkum og hornaspørkum, sigur Eyðun Klakstein.