Tað hevur ligið í kortunum, og nú er tað staðfest. Ari Olsen er við í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið hjá meistarunum í Víkingi, og í kvøld boðar felagið frá, at Ari Olsen og Víkingur hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Ari eisini í 2025 fer at spæla við Víkingi.
Síðani hann í 2020 flutti av Skála og til Víking hevur 26 ára gamli Ari Olsen mest sum alla tíðina verið fastur maður á vongverjanum í høgru. Tó var hann eitt skifti í fjør skaðadarvaður.
Sambært FaroeSoccer hevur Ari Olsen, sum er strandingur, spælt 190 dystir í bestu deildini og skorað 11 mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 22 dystir og skorað tvey mál, og í europeisku kappingunum hevur hann spælt sjey dystir.