Ongi úrslit

Arbeiðið at bróta hesa forðingina niður, byrjar væntandi í næstum

Tað fer at gera tað lættari hjá føroyskum bilførarum at koyra í Danmark - og hjá donskum bilførarum at koyra í Føroyum

Áki Bertholdsen
12. februar kl. 19:45

Nú verður væntandi farið undir arbeiðið gera tað soleiðis, at Føroyar og Danmark fara at góðkenna talgildu koyrikortini hjá hvørjum øðrum. Tað upplýsir Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Bæði í Føroyum og í Danmark hava bilførarar fingið talgilt koyrikort, sum allir bilførarar kunnu hava á telefonini.

Tað ger tað munandi lættari hjá bilførarum, tí tað eru ikki so fá sum fáa bót tí tey hava gloymt koyrikortið eftir við hús.  

Men trupulleikin er, at tað føroyska, talgilta koyrikortið, kann bara brúkast í Føroyum - og tað danska talgilta koyrikortið, er heldur ikki góðkent í Føroyum.

Annars eru tey vanligu koyrikortini góðkend uttanlands.

Men nú hevur Johan Dahl, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, spurt landsstýrismannin í samferðslumálum, hvussu gongur við arbeiðnum at fáa tey talgiltu koyrikortini hjá føroyingum og danskarum, góðkend í báðum londunum.

Hann sigur, at hetta er ein liður í at bróta markaforðingar niður ímillum londini.

Dennis Holm sigur, at tann 25. novembur skrivaði danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen til hansara við einum ynski um Føroyar og Danmark skuldi viðurkenna talgildu koyrikortini hjá hvørjum øðrum.

Tá upplýsti hann eisini, at arbeiðið at viðurkenna tað føroyska talgilda koyrikortið í Danmark, er longu er byrjað.

Dennis Holm sigur, at hann svaraði aftur í fyrradagin, 10. februar. Í skrivinum stendur, at landsstýrismaðurin er sinnaður at samstarva við danskar myndugleikar so at talgildu koyrikortini í Danmark og í Føroyum, verða góðkend í báðum londunum.

– Landsstýrismaðurin vil sostatt fegin finna eina loysn saman við donsku myndugleikunum, sum kann fáa hesa markaforðingina burtur, sigur Dennis Holm. Og hann sigur, at væntandi fer hetta arbeiðið í gongd í næstum.

Dennis Holm sigur, at vónandi verður úrslitið, at talgildu koyrikortini í øllum Norðurlondum, eisini verða viðurkend í øllum Norðurlondum. Og hann sigur, at hetta er ein spurningur, hann fer at kanna.

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Hetta er national skomm

Í gjár kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00