Ongi úrslit

Annika verður nýggjur prestur í Kvívík

Áki Bertholdsen
12 tímar síðan

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur sett Anniku Magnussen Gaard í embæti sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi.

Fólkakirkjan sigur, at fýra umsóknir vóru til embætið. 

Tað merkir, at sunnudagin verður hon skipað í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við sæti í Kvívík. 

Tað er fyrrverandi sóknarpresturin og komandi dómprósturin, Maria Jørðdal Niclasen, ið skipar sóknarprestin í embætið undir gudstænastuni í Kvívíkar kirkju sunnudagin.

Annika er ættað úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur í gudfrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn á sumri 2022. Á heysti í 2023 tók hon við kallinum sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti á Tvøroyri og har var hon til beint fyri jól.

Tríggjar kirkjur eru í prestagjaldinum: Vestmanna, Kvívíkar og Kollafjarðar kirkjusókn.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

9 tímar síðan

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

Í gjár kl. 11:08