Ongi úrslit

Almenn ráðstevna um vitlíki og etikk

28. mai kl. 9.00-12.00 verður almenn ráðstevna í Kongshøll. Evnið er Vitlíki og etikkur í heilsuverkinum og almenna geiranum

Tíðindaskriv
21. mai kl. 15:11

Í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, skipar Etiska ráðið fyri viðkomandi íblástrir um hetta sera viðkomandi evnið.

Ráðstevnan vendir sær til øll við áhuga fyri vitlíki, bæði tey, sum síggja fyrimunir og vansar.

 

Vitlíki, ella AI, er komið, og stórar fyritøkur og stórveldi kappast um at vera fremst í menningini. Tað er stórt vald og nógv ávirkan í hesum. Nógv er at hoyra um vitlíki, men hvør kann stýra gongdini? Hvar enda vit? Hvør hevur ábyrgdina? Hvar er etikkurin?

Komandi mikudag fáa vit vitjan av Helgu Brøgger, úr Noregi, sum er serlækni í radiologi og granskari í vitlíki. Afturat henni hava dugnalig fólk stuttar framløgur, sum lýsa evnið á ymsum økjum í landi okkara. Aftaná verður panel.

 

Ráðstevnan er ókeypis og fyri øll.

 

Frammløgur verða at hoyra frá:

Helga Brøgger, serlækni í radiologi og granskari í vitlíki 

Maria Hammer Olsen, kliniskur útbúgvingarleiðari í sjúkrarøktarfrøði á Setrinum

Martin T. Zachariasen, professari í teldufrøði og rektari á Setrinum

Noomi O. Gregersen, heilsugranskari, projektleiðari á FarGen, Heilsustýrið

Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum

Marjun Lómaklett, sóknarprestur í Christianskirkjuni

Martin Mohr Olsen, ph.d.

 

Fróðskaparsetur Føroya og Etiska ráðið

Mest lisið hesa vikuna

Býráðslimir blivu rørdur og fóru upp at ristast - av navninum á einum vegi

Í gjár kl. 12:00

Sigmund bleiv álopin

21. mai kl. 17:08

Kanna svik

22. mai kl. 10:08

»... Í ódnini fell alt í fátt

23. mai kl. 20:00

Hon er tung um hjartað um at byggja kirkju við Sandá

23. mai kl. 11:25

Tórshavnar kommuna fer kanska at melda seg úr Kommunufelagnum

22. mai kl. 15:01