Naviair hevur avgjørt at lata loftrúmið yvir Aalborg floghavn uppaftur, eftir at flogvøllurin var stongdur í umleið ein tíma vegna illgruna um dronuvirksemi, upplýsir tíðindaleiðarin hjá Naviair, Jan Eliassen, sambært Ritzau.
Hann segði ikki, hví avgerðin var tikin um at lata loftrúmið uppaftur. Flogvøllurin var stongdur fyri fráferðum og lendingum í umleið ein tíma.
Eitt flogfar frá KLM, sum kom úr Amsterdam vendi við, og settist í Billund í staðin. Trý onnur flogfør skuldu koma úr Keypmannahavn í kvøld, men tey eru enn ikki farin á flog. Einki flogfar hjá Atlantic er ávirkað av hendingini.
Hettar er ikki fyrstu ferð at dronur órógva flogferðsluna í Aalborg Lufthavn. Tað hendi eisini í septembur í ár.