Ongi úrslit

Dronur stongja Aalborg Lufthavn

Tvey flogfør hjá Norwegian og SAS eru umleidd.

Jóhanna Højgaard
24. sepember kl. 22:15

Løgreglan er send til Aalborg Lufthavn, og tvey flogfør hjá Norwegian og SAS eru umleidd. Tey flugu bæði retur til Keypmannahavnar seint í kvøld.

Flogdeildin hjá donsku flogverjuni við heimstaði í Aalborg, Air Transport Wing, váttar á Facebook, at hetta kemst av dronuvirksemi.

- Loftrúmið yvir Aalborg Lufthavn er í løtuni stongt orsakað av ólógligari dronuflúgving.

- Vit leggja nú dent á trygga handfaring av flogferðsluni og samstarva við løgregluna um handfaring av støðuni, stendur í uppslagnum.

Av hesi orsøk er flogvøllurin stongdur í kvøld.

Aalborg Lufthavn og Norwegian vátta fyri Ekstra Bladet, at flúgvingin er umleidd.

- Higartil snýr tað seg um tvær flogferðir, sigur Martin Svendsen, sølu- og marknaðarstjóri hjá Aalborg Lufthavn.

Hettar hendur dagin eftir at tað sama órógvaði flogferðsluna í Kastrup Lufthavn mánakvøldið.

https://dimma.fo/grein/kaotiskir-tilstandir-i-kastrup-lufthavn

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

22 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00